Tailand steingir markið til Kambodja og sendir F-16 flogfør á flog

Tíðliga í morgun okkara tíð brustu kambodjanskir og tailendskir hermenn saman við markið.

Ein kambodjanskur rakettskjótari sæst flyta seg burtur frá markinum til Tailand, har samanbrestir hava verið millum herdeildirnar í londunum báðum. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix

Tailand letur aftur øll landamørk, sum landið deilir við Kambodja, eftir samanbrestir millum herarnar hjá londunum báðum.

Tað upplýsir tailendskur heryvirmaður Surasant Kongsiri.

Embætismaðurin sigur víðari, at bardagar við Kambodja hava verið í seks støðum, og at Kambodja hevur sett dronur og hermenn út, sum eru vápnaðir við rakettdrivnum granatum.

Tailand hevur sent eitt F-16 jagaraflogfar á flog móti herinum í Kambodja, upplýsir tailendski herurin. Tað varð sent móti Kambodja og oyðilagt eitt hernaðarligt mark, stendur í fráboðanini.

Tailand og Kambodja hava bæði ákært hvønn annan fyri at hava latið skot av nærhendis einum umstríddum marknaøki, har Ta Moan Thom templið liggur.

Verjumálaráðið í Kambodja skrivar í eini fráboðan, at tað fordømir tað, sum tað lýsir sum fyrilitsleys og ógvuslig hernaðarlig álop. Tað ákærdi eisini Tailand fyri at bróta eina avtalu, sum skuldi minka um spenningin.

Tað varð eisini staðfest, at tailendsk jagaraflogfør vóru send á flog og høvdu slept tveimum bumbum á ein veg.

Tailand ákærdi harafturímóti Kambodja fyri at hava rættað seg móti sivilum fólki. Tað upplýsir tailendska uttanríkisráðið.

Millum annað varð eitt sjúkrahús rakt, har fleiri fólk fingu skaða, upplýsir ráðið.

Tailand er til reiðar at økja um tað, sum tað lýsir sum sína sjálvverju, um Kambodja heldur fram við at leypa á, upplýsir uttanríkisráðið.

Kjarnin í ósemjuni millum Tailand og Kambodja hevur í nógv ár verið Preah Vihear templið og økið rundan um.

Templið liggur í Kambodja, men Tailand sigur, at landið hevur verið rættur eigari síðani tað varð bygt í 12. øld.

Altjóða dómstólurin, ICJ, hevur tvær ferðir dømt, at templið hoyrir til Kambodja.

Fleiri samanbrestir hava verið í marknaøkinum millum Tailand og Kambodja gjøgnum árini.

 

Ritzau/Reuters

 

Ein kambodjanskur rakettskjótari sæst flyta seg burtur frá markinum til Tailand, har samanbrestir hava verið millum herdeildirnar í londunum báðum. - Mynd: Str/Ritzau Scanpix