Tiltakið varpaði ljós á týdningin av friðartilgongdum heldur enn vápnadubbing í krígsraktu økjunum í Ukraina og Miðeystri. Tónleikurin og røðurnar stuðlaðu væl undir friðarboðskapin, ið var endamálið við konsertini.
Vápnahvíldin, sum nú er sett í gildi í Miðeystri, er vónandi byrjanin til eina veruliga friðartilgongd, sum eisini kann geva íblástur til vápnahvíld og friðarsamráðingar í viðurskiftunum millum Ukraina og Russland.
Sum niðanfyri nevnda yrking lýsir, so er vápnahvíld fortreytin fyri uppafturtøku av kríggi. Tí er alneyðugt við ítøkiligum friðarsamráðingum, meðan vápnahvíldin er:
Humaniter vápnahvíld?
Tá vápn fara at hvíla
eru menniskju longu løgd til hvíldar
tey vakna stríðshugað aftur
tað gera menniskju ikki
humanitera hvíldin er stokkut
tí vápn liva av deyða
er vápnaða hvíldin humaniter
tá fortreytin er uppafturtøka av kríggi
og eru vit humaniter
tá hugmyndin er
at kríggj skapar frið
sum leggur enn fleiri menniskju ov tíðliga til hvíldar?
Hoyvík, 20. januar 2025
Henrik Weihe Joensen, fyriskipari av friðarkonsertini