Taliban hevur gjørt av at steingja allar ikki-statsligar felagsskapir, sum seta kvinnur í starv í Afganistan.
Tað upplýsir afganska búskaparmálaráðið, sum Taliban stýrir, í eini fráboðan sambært tíðindastovuni AP.
Fyri tveimum árum síðani bannaði Taliban felagsskapum at seta kvinnur í starv. Orsøkin, sum varð givin tá, var, at nøkur kvinnulig starvsfólk ikki vóru nóg væl tildekkaðar.
Serliga var tað galið, at tær ikki høvdu islamska høvuðsdúkin sitandi rætt, sigur Taliban.
Um stovnar ikki virða verandi forboð móti kvinnuligum starvsfólkum, førir tað nú til niðurlegging av felagsskapunum.
- Í førum við vantandi samstarv verður alt virksemi á viðkomandi stovni steðgað. Og loyvið hjá samtakinum at virka, sum ráðið gav, verður tikið aftur, skrivar Búskaparmálaráðið.
Taliban tók valdið í Afghanistan í 2021. Hetta hendi, tá herdeildirnar undir amerikanskari leiðslu tóku seg úr landinum eftir 20 ár í landinum.
Hernaðarrørslan stýrdi eisini Afghanistan frá 1996 til 2001.
Síðani Taliban kom aftur á stjórnarskrivstovur fyri trimum árum síðani, hevur Taliban avmarkað rættindini hjá kvinnum munandi.
Kvinnur eru m.a. bannlýstar á studentaskúlum í Afghanistan og í flestu víðarigangandi útbúgvingum.
Til fyri kortum høvdu kvinnur atgongd til sjúkrarøktarfrøðinga- og ljósmøðraútbúgvingar.
Men fyrst í desember fingu afganskir sjúkrarøktar- og ljósmøðraskúlar boð um at steðga undirvísingini.
Ókent er, hvussu sjúkrahús og føðistovur fara at kunna virka í longdini, um nýggj kvinnulig starvsfólk ikki verða útbúgvin.
Umframt at hava forboð fyri útbúgving, sleppa afganskar kvinnur, við fáum undantøkum, ikki at arbeiða.
Tey hava heldur ikki loyvi at vísa andlitið alment ella hyggja at monnum, sum tey ikki eru í ætt við.
ST hevur lýst støðuna í Afghanistan sum "kynsligt apartheid".
/Ritzau/