TB hevur kunngjørt nýggja venjaratoymið

Sonni Djurhuus verður høvuðsvenjari

Mynd: tb.fo

TB skrivar: - Høvuðsvenjarin komin upp á pláss!!

 

Sterkt lokalt venjaratoymið upp á pláss.

 

Bárður Dimon, Sonni Djurhuus, Karl Øster og Tórður Hentze.

 

So er venjaratoymið fullmannað. Í meðan Karl, Bárður og Tórður hava tikið sær av Betri Deildarliðnum fyrstu tveir dystirnar í móti Víkingi og EB/Streymi, legst nú Sonni afturat toyminum.

 

Sonni er 50 ár og úr Øravík. Hann kemur inn í felagið sum høvuðsvenjari, og tað stórfegnast vit um.

 

Hettar gevur samstundis venjaratoyminum pláss til at styrkja, menna og arbeiða meira saman við okkara 2.deildarliði.

 

Fyrsti dystur hjá Sonna, høvuðsvenjara, verður 30.mars við Stórá í móti B36. Skrivar TB. 

 

Mynd: tb.fo