Eitt ísraelskt loftálop hevur tikið lívið av Hamas-leiðaranum, Salah al-Bardaweel.
Tað veit Reuters at siga í kvøld, og Reuters endurgevur Hamas-keldur og palestinskar miðlar.
Ísrael hevur higartil ikki gjørt viðmerkingar til atsóknina og deyða Salah al-Bardaweel.
Sagt verður, at ísraelska álopið, sum gjørdi av við Hamas-leiðaran, var í Khan Younis har suðuri í Gazageiranum.
- Kona leiðaran læt eisini lív í álopinum, siga keldurnar, sum Reuters endurgevur.
Ísrael fór undir nýggj álop á Gazageiran týsdagin, og soleiðis er vápnahvíldin, sum byrjaði hin 19. januar, brotin.
Hamas hevur framvegis ísraelskar gíslar í Gazageiranum, sum enn ikki eru leyslatnir.
Hetta eru gíslar, sum Hamas tók undir einum umfatandi álopi á Ísrael hin 7. oktober í 2023.