Nations League: Spania, Týskland, Portugal og Frakland vunnu seg í Final Four

Í trimum førum var neyðugt við longdari leiktíð, og í tveimum førum við brotssparkskapping

Tey fremstu landsliðini í Evropa løgdu nógv fyri í kvøld fyri at røkka Final Four í Nations League.

 

Í trimum av fýra fjórðingsfinalum í kvøld var neyðugt við longdari leiktíð, og í tveimum førum var neyðugt við brotssparkskapping. Í tí fjórðu fjórðingsfinaluni vóru heili seks mál skotin.

 

Frakland vann samanlagt á Kroatia aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping, og sendi harvið Kroatia í HM-undankappingarbólkin hjá Føroyum.

 

Spania og Niðurlond skutu fimm mál hvør í tveimum fjórðingsfinalum. Neyðugt var eisini við longdari leiktíð og brotssparkskapping, har Spania var omaná.

 

Tað kostaði Danmark dýrt ikki at vinna meir enn 1-0 á Portugal í Parkini í Keypmannahavn. Portugal var á odda 3-2 tá vanliga leiktíðin var farin í Lissabon í kvøld. Í longdu leiktíðini skoraði Portugal tvær ferðir aftrat, og sendi Danmark úr kappingini.

 

Týskland var á odda 3-0 á heimavølli móti Italia, og samanlagt 5-1. Men Italia kom sterkt aftur og fekk javnleik 3-3 á útivølli móti Týsklandi. Týskland vann samanlagt 5-4.

 

4. juni møtast Týskland og Portugal í fyrru hálvfinaluni, ið verður leikt á Allianz Arena leikvøllinum í München. 5. juni møtast Spania og Frakland í seinnu hálvfinaluni, ið verður leikt á MHP Arena leikvøllinum í Stuttgart. 

 

Týskland-Italia 3-3 (3-0) (Týskland vinnur samanlagt 5-4)

1-0 Joshua Kimmich, br. ('30)

2-0 Jamal Musiala ('36)

3-0 Tim Kleindienst ('45)

3-1 Moise Kean ('49)

3-2 Moise Kean ('69)

3-3 Giacomo Raspadori, br. ('95)

 

Portugal-Danmark 5-2 (3-2 - 1-0) - Aftaná longda leiktíð. Portugal vinnur samanlagt 5-3.

1-0 sjálvmál ('38)

1-1 Rasmus Kristensen ('56 )

2-1 Cristiano Ronaldo ('72 )

2-2 Christian Eriksen ('76 )

3-2 Francisco Trincao ('86 )

 

------------------------------

4-2 Francisco Trincao ('91 )

5-2 Goncalo Ramos ('115 )

 

Spania-Niðurlond 3-3 (1-0) (samanlagt 5-5)

1-0 Mikel Oyarzabal, br. ('8)

1-1 Memphis Depay, br. ('54)

2-1 Mikel Oyarzabal ('67)

2-2 Ian Maatsen ('79)

 

---------------------------

3-2 Lamine Yamal ('103)

3-3 Xavi Simons, br. ('109)

 

Spania vann brotssparkskappingina 5-4.

 

Frakland-Kroatia 2-0 (0-0) (samanlagt 2-2)

1-0 Michael Olise (´52)

2-0 Ousmane Dembele (´80)

 

Frakland vann brotssparkskappingina 5-4.