FMA: Mintust dansibandkongin

Í gjár var FMA, har Varpið í Klaksvík var stásiligur karmur um eitt flott tiltak, har føroyskur tónleikur varð fagnaður.

 

Ein av meira rørandi løtunum var, tá eitt innslag kom, har KVF og FMA mintust Hans Jacob Hjelm.

 

Seinnu mongu árini legði hann seg eftir at spæla dansibandstónleik, og fekk hann heitið Dansibandskongurin. Eisini var hann ein drívmegin í Dansibandsfestivalinum í Vági.

 

Tað serliga var, at KVF á sinni var heima hjá Hans Jacob og fregnaðist um tónleikin og um persónin. Persónin, ið gleddi so mong við sínum tónleiki og sínum hátti at vera millum fólk.

 

Hetta var ein rørandi løta, tí Hans Jacob W. Hjelm andaðist fyri viku síðani í vanlukku, bert 54 ára gamal.