Tað vera ikki Kylian Mbappé og Frakland, ið spæla HM-undankappingardyst móti Føroyum á Tórsvølli 5. september. Tað vera hinvegin Luka Modric og Kroatia. Og tað merkir so, at kroatiskir áskoðarar aftur vera at síggja í Føroyum. Landsliðsfjeppararnir eru vanliga ikki líka ørir sum teir hjá Hajduk Split, ið vóru her í fjør, men vónandi bindir fútin um heilan fingur hesaferð. Um nakrir ófriðarkroppar eru millum tey friðarligu, so er tað nóg mikið til at skapa ótta og keðiligar støður.
Frakland vann Nations League fjórðingsfinaluna á Kroatia aftaná longda leiktíð og brotssparkskapping.
Kroatia vann 2-0 á heimavølli, og Frakland var á odda 2-0 á Stadé de France leikvøllinum aftaná vanliga leiktíð. Michael Olise legði Frakland á odda 1-0 tíðliga í seinna hálvleiki. Ousmane Dembele økti til 2-0 í 81. minutti, og so stóð samlað á jøvnum 2-2. Einki mál kom í longdu leiktíðini, og tí var neyðugt við brotssparkskapping.
Liðini skutu sjey brotsspørk hvør. Frakland skoraði upp á fimm brotsspørk, meðan Kroatia skoraði upp á fýra brotsspørk.
Frakland fer saman við Spania, Týsklandi og Portugal víðari til Final Four í Nations League. Final Four verður í Týsklandi fyrst í juni.
Føroyar spæla HM-undankappingardyst á útivølli móti Kroatia 14. november. Dysturin á Tórsvølli 5. september verður fyrsti dysturin hjá A-landsliði okkara móti Kroatia.