Nations League: Ísland datt niður í Deild C

Ísland og Føroyar vera í somu deild til komandi Nations League kappingina

Mynd: mbl.is

Fótbóltslagið er ógvuliga slakt í Íslandi í kvøld.

 

Íslendska fótbóltslandsliðið er aftaná samanlagt 2-5 tap fyri Kosovo í tveimum dystum dottið úr Deild B og niður í Deild C.

 

Íslendingar høvdu aftaná 1-2 tap á útivølli eina vón um at venda gongdini á heimavølli.

 

Tað byrjaði eisini væl. Longu í øðrum minutti legði Orri Steinn Óskarsson lagt Ísland á odda 1-0. Men undan steðginum skoraði Vedat Muriqi tvær ferðir fyri Kosovo. Brekkan gjørdist brøtt hjá íslendingum, tá Albert Einar Gunnarsson miðskeiðis í seinna hálvleiki var vístur av vøllinum. Og tá Lindon Emërllahu økti til 3-1 var seinasta vónin sløkt hjá íslendingum.

 

Armenia, ið var í okkara Nations League bólki tapti í kvøld á útivølli 1-6, og samanlagt 1-9 fyri Georgia, ið sostatt varðveitir plássið í Deild B í Nations League.

 

 

 

Mynd: mbl.is