Ein dómsnevnd í Florida í USA hevur fríggjadagin dømt, at Tesla hevur ábyrgdina av eini deyðiligari vanlukku í 2019, har ein Tesla-bilur koyrdi við virknum autopilot.
Tað veit Reuters at siga frá.
Bilafframleiðarin skal rinda 243 milliónir dollarar í bót og endurgjaldi, harav ein størri upphædd til familjuna hjá deyðu kvinnuni. Tað svarar til tilsamans góðar 1,5 milliardir krónur.
Sambært Reuters sigur stjórin í Tesla, Elon Musk, at bilafyritøkan fer at kæra dómin.
Dómsnevndin í Miami vísir á, at autopiloturin í umrødda Tesla Model S miseydnaðist, og at ikki øll skyldin kann leggjast á bilføraran, hóast bilførarin hevur viðgingið at hava verið órógvaður av fartelefonini.
Vanlukkan hendi í Key Largo í 2019.
Ein 22 ára gomul kvinna doyði, meðan unnusti hennara fekk álvarsligan skaða.
Dómsnevndin hevur avgjørt, at Tesla hevði 33 prosent ábyrgd av vanlukkuni, og givið bilføraranum skyldina fyri restina. Hann hevur áður gjørt semju við familjuna um eina óupplýsta upphædd, skrivar Reuters.
Avgerðin er tikin í eini tíð, har Elon Musk hevur roynt at sannført amerikanarar um, at bilarnir hjá fyritøku hansara eru nóg tryggir at koyra uttan bilførara.
Musk ætlar at stovna eina sjálvkoyrandi taxatænastu í fleiri býum komandi mánaðirnar, skrivar NTB.
Áður hevur ein amerikanskur myndugleiki kannað autopilotin í Tesla-bilum í sambandi við eina røð av vanlukkum, sum hava kostað fólki lívið.
Niðurstøðan tá var, at yvir tvær milliónir av bilunum hjá elbilaframleiðaranum á amerikanska marknaðinum høvdu tørv á at dagførast.
AP hevur áður lýst, at fortalarar fyr ferðslutrygd hava kravt meira eftirlit og regulering av autopilotskipanum í áravís.
Serliga hava tey kravt betri regulering við skipanum, sum skulu uppdaga, um hendurnar hjá bilføraranum eru á róðrinum, tá autopilotskipanin er tendrað.
/Ritzau/