Sørvágs kommuna eigur í løtuni nøkur tøk grundstykki á Middagsvarða, sum er nýggjasta byggiøkið í kommununi. Hesi eru øll klár at byggja á.
- Her eru tilsamans 17 grundstykkir við fantastiskum útsýni. Øll grundstykkini hava verið umbiðin, men fleiri eru komin inn aftur, eitt nú, tí fólk, ið ætlaðu sær at seta búgv, fingu ikki neyðugu fíggingina.
Tað sigur Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri í Sørvágs kommunu.
Hon vísir á, at eini fýra sethús eru í gerð á Middagsvarða, og tískil eigur kommunan fleiri tøk grundstykkir her, sum eru til sølu.
- Vit hava tøk pláss bæði í barnagarðinum og skúlanum, so fólk, ið kundu hugsað sær at sett búgv her hjá okkum, eru hjartaliga vælkomin at venda sær til kommununa.
Eyð Ellingsgaard sigur, at umfatandi kloakkarbeiðið er gjørt í gamla partinum av Sørvági, og bøtt er eisini um parkeringsmøguleikarnar í bygdini.
- Bakkavegurin, sum hevur nógva tunga ferðslu til og frá havnalagnum, er breiðkaður.
Hon sigur, at kommunan hevur valt at uppraðfesta vegakervið til tess at bøta um ferðslutrygdina, og í hesum sambandi eru bæði breiðkingar og snøggar laðingar gjørdar.
- Nógv asfaltarbeiðið er eisini í gongd, og eg vil rósa sørvingum og fólki annars, sum koma til bygdar, fyri tolsemi hesa tíðina, meðan arbeitt verður, sigur Eyð Ellingsgaard.
Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í blaðsølurnar, er nógv tilfar um ymiskt virksemi í Sørvágs kommunu, og her eru eisini fimm blaðsíður um Gásadal.
##med2##