Trump skerjir fígging til fleiri miðlar

Tveir miðlar, sum senda tíðindi í Russlandi og Norðurkorea, standa fyri at verða stongdir, eftir at Trump hevur skert miðlajáttanina.

Høvuðssætið hjá Radio Free Europeer í Prag. Nú noyðist útvarpsstøðin helst at lata aftur, eftir at Donald Trump hevur gjørt enda á fíggjarligum stuðli. (Arkivmynd). - Mynd: Martin Sterba/Ritzau Scanpix

Amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur steðgað stuðlinum til statsfíggjaða miðilin Voice of America, skrivar Reuters.

Sambært stjóranum í Voice of America, Michael Abramowitz, eru 1.300 journalistar, framleiðarar og hjálparfólk - nærum øll starvsfólkini hjá miðlunum - send í farloyvi sum avleiðing av avgerðini hjá Trump.

Sambært tíðindastovuni dpa er avgerðin partur av niðurskurðinum, sum Trump hevur tikið stig til í amerikanska stovninum fyri alheims miðlar (USAGM).

Eisini fjølmiðlarnir Radio Free Europe og Radio Free Asia eru á veg at lata aftur sum avleiðing av avgerðini, skrivar DPA.

Teir báðir miðlarnir senda tíðindi bæði í Ukraina og Russlandi, og í Kina og Norðurkorea.

/Ritzau/

##med2##