Trump vil rinda 66.000 fyri hvørt fólk í Grønlandi

Hvítu Húsini arbeiða við formligari ætlan fyri at yvirtala Grønland at gerast partur av USA, og amerikanarar umhugsa millum annað eitt tilboð um at avloysa blokkstuðulin úr Danmark við at lata 10.000 dollarar fyri hvønn borgara í Grønlandi, skrivar New York Times.

Nathan Howard/Reuters/Ritzau Scanpix

Amerikanski miðilin The New York Times almannakunngjørdi hósdagin eina grein, har miðilin sigur, at Donald Trump og Hvítu Húsini arbeiða við eini formligari ætlan fyri, hvussu tað fer at eydnast USA at fáa valdið á Grønlandi.

Sambært keldum hjá fjølmiðlunum í Hvítu Húsunum er hermegi ikki partur av ætlanini.

Hinvegin skal Grønland vera sannført um, at tað hevði verið eitt gott hugskot at blivið partur av USA. Hetta kann millum annað gerast við átøkum á sosialu miðlunum og lýsingum.

Sambært New York Times umhugsa amerikanarar eisini at brúka fíggjarligar eggjandi tiltøk - eitt nú eitt uppskot um at bjóða útgjald uppá 10.000 dollarar árliga (umleið 66.000 danskar krónur) fyri hvønn borgara í Grønlandi í staðin fyri danska blokkstuðulin.

Sambært embætisfólkum í Trump-stjórnini kann hendan útreiðslan verða mótroknað við nýggjum inntøkum frá náttúrutilfeinginum í Grønlandi, skrivar New York Times.

Upplýsingarnar um, at USA umhugsar eitt búskaparligt tilboð til Grønland, hevur The Washington Post eisini lýst í farnu viku. Miðilin lýsti á sama hátt, hvussu Hvítu Húsini kanna, hvat tað fer at kosta at reka Grønland og hvat umvent kann fáast burturúr náttúrutilfeinginum.

Nakrar dagar eftir greinina í Washington Post gjørdi varaforsetin, J. D. Vance, samrøðu við miðilin Newsmax, har varaforsetin umrøddi búskapin.

Varaforsetin endurgav millum annað Donald Trump fyri at hava sagt, at USA "fer at kunna geva grønlendska fólkinum nógv fleiri pengar", tí Grønland hevur týdning fyri trygdina í USA.

 

 

Nathan Howard/Reuters/Ritzau Scanpix