Í gjár lendi eitt flogfar í grønlendska høvuðsstaðnum, Nuuk, og um 15-tíðina føroyska tíð í dag - ella á middegi grønlendska tíð - kemur eitt flogfar aftrat.
Greitt er, at í flogfarinum í gjár vóru fólk, sum skulu fylgja Donald Trump Jr. á ferð hansara í Grønlandi, hagar hann sambært keldum hjá In.fo kemur í dag.
Tað er grønlendski landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Minnguaq Kleist, sum serliga hevur verið tíðindaberin í Grønlandi um hesa serstøku Trump-vitjan.
Sjálvur hevur Minnguaq Kleist sagt, at talan er um eina privata vitjan.
Men, tað skerst ikki burtur, at vitjanin kemur beint í kjalarvørrinum av nógvum kjaki um framtíðarviðurskiftini millum Grønland og Danmark.
Ætlaða danmarkarferðin hjá grønlendska landsstýrisformanninum, Múte B. Egede, har hann eitt nú skuldi hitta danska Fríðrik, kong í morgin, er útsett.
Politiski viðmerkjarin hjá donsku ávísini, Berlingske, Bent Winther, lýsir vitjanina hjá Donald Trump Jr. í Grønlandi soleiðis:
"En total ydmygelse av regeringen..."
- Sjálvt um hetta er ein privat vitjan, og Trump ikki er tikin í eið sum amerikanskur forseti enn, kann eingin ivi vera um endamálið, sigur Bent Winther við Berlingske.
Hann vísir á, at grønlendskur uttanríkis-og trygdarpolitikkur liggur undir Danmark, og tískil er hetta ein ógvuslig provokatión, har Danmark ikki kann látast sum einki.
- Forsætisráðharrin verður skjótt noydd at tosa við stórum bókstavum, og tað er trupult hjá henni, tí hon ynskir at hava góð viðurskifti við Trump, sigur politiski viðmerkjarin hjá Berlingske.