Myndina eigur Suðuroyarportalurin.

Tvey eldri hús skulu á nýggjársbálið

Suðuroyarportalurin veit at siga, at tvey eldri hús í Porkeri verða tikin niður og skulu á bálið í annaðkvøld.

Myndina eigur Suðuroyarportalurin.

Ymiskt er, hvat gjørt verður burtur úr nýggjárshaldum kring landið í annaðkvøld.

 

Onkur hald eru avlýst vegna koronustøðuna, onnur eru skerd, og uppaftur onnur verða hildin nøkulunda sum vanligt.

 

Tað eru kommunur, sum lýsa við, at haldini eru avlýst, men at fýrverk kortini verður skotið. Aðrar kommunur heita á fólk um at koma við blikkum.

 

Suðuroyarportalurin veit at siga, at í Porkeri fara tey í annaðkvøld at brenna størsta bálið nakrantíð, og sambært heimasíðuni verður hetta ikki hissini bál.

 

- Í Porkeri verður nógv gjørt burtur úr nýggjárshaldinum. Vanligt er, at tey ganga við faklum, hava felags bál, og fýrverk verður skotið.

 

Men, í ár verður bálið í Porkeri størri enn nakrantíð áður. Suðuroyarportalurin veit at siga, at tvey hús eru og verða tikin niður í Porkeri og skulu brennast nýggjársaftan.

 

Vanligt hevur verið, at onkur gamal og útlivaður bátur endar á nýggjársbálinum, men ongantíð áður hava vit hoyrt um, at tvey heili hús í somu bygd eru endað á sama báli.

 

 

 

Myndina eigur Suðuroyarportalurin.