Í kvøld, okkara tíð, datt ein tyrla niður í Hudson-ánna í New York. Tað skrivar løgreglan í New York á X, fyrrverandi Twitter.
Sløkkiliðið í býnum upplýsir yvirfyri New York Post, at vanlukkan hendi klokkan 15.15, lokala tíð.
Í fyrstani varð upplýst, at fýra fólk vóru í tyrluni, og staðfest varð, at í minsta lagi eitt fólk hevði latið lív, visti ABC News at siga.
Bjargingarfólk á staðnum søgdu, at eitt fólk var fingið upp úr ánni, men at støðan hjá viðkomandi ikki var kend.
Greitt er ikki, hví vanlukkan hendi.
##med2##
Dagføring:
Tey nýggjastu tíðindini úr New York eru, at tilsamans seks fólk vóru í tyrluni, og at øll hava latið lív.
Hetta hevur borgarstjórin í New York, Eric Adams, sagt á tíðindafundi í kvøld.
- Seks fólk eru fingin upp úr ánni, og tíverri eru øll deyð, sigur Eric Adams.
Lagt verður aftrat, at tyrluskiparin var amerikanskur ríkisborgari, og hini fimm vóru ferðafólk úr Spania, trý børn og tvey vaksin.
Vit ávara um ógvusligar myndir á leinkjuni niðanfyri, tá tyrlan dettur niður -
https://www.dagbladet.no/video/helikopter-styrtet-i-hudson-elva/JWgjkPMJ