U21 HM: Føroyar brendu brotskast í seinasta sekundi - taptu 37-38

Portugisisku favorittarnir máttu brúka tvær ferðir longda leiktíð fyri at knógva Føroyum

Føroyska U21-manslandsliðið í hondbólti skal spæla HM-bronsudyst móti Svøríki í Katowice, sunnudagin klokkan 16.

 

Føroyar taptu aftaná tvær ferðir longda leiktíð 37-38 fyri portugisisku stórfavorittunum. Ísak Vedelsbøl hevði kunnað vunnið okkum í eina brotskastskapping, tá hann í 80. minutti, ið ongari tíð eftir á klokkuni var settur at skjóta eitt brotskast við støðuna 38-37 til Portugal. Tíverri bjargaði portugisiski málverjin skotinum. Liðskiparin gekk undan við at taka ábyrgd í einari torførari støðu. 

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 29-29. Portugal var á odda 15-12 í steðginum, og var á odda við fýra málum tíðliga í seinna hálvleiki, men okkara menn stríddu seg til ein javnleik aftaná vanliga leiktíð. Í fyrru longdu leiktíðini var Portugal á odda 34-32. Aftur tá stríddu okkara seg upp á javnt 34-34, og megnaðu at framtvinga tvær ferðir fimm minuttir longda leiktíð aftrat. 

 

Tað var hjartaskerandi, men samstundis skulu okkara ungu menn bara hava nógv rós uppiborið fyri eina ótrúliga flotta hálvfinalu móti einum krútsterkum portugisiskum liði, ið hevði vunnið allar dystirnar í kappingini aftaná vanliga leiktíð, áðrenn teir møttu Føroyum í kvøld.

 

Føroyar skoraðu 37 mál upp á 50 málroyndir. Portugal skoraði 38 mál upp á 58 málroyndir.

 

Óli Mittún, ið skoraði heili 11 mál og legði upp til hópin av øðrum málum var valdur til dagsins leikara. Alaksandar "Sasha" Lacok stóð aftur væl í málinum í kvøld. Hann bjargaði 14 av 47 málroyndum. Niklas Gaard var aftur flúgvandi á veinginum í kvøld, og sendi seks av sjey málroyndum í netið. Niklas kann ikki vera langt frá einum sáttmála uttanlands við teimum góðu avrikunum hann hevur havt. 

 

Málskjúttar: Óli Mittún 11/14, Niklas Gaard 6/7, Ísak Vedelsbøl 6/10, Rókur Ziskason 4/5, Tóki Fríðriksson 3/3, Búi Poulsen 2/3, Trúgvi Hávardsson 2/3, Sofus í Selvindi Nattestad 2/3, Høgni Heinason 1/2. 

 

Portugal møtir Danmark í finaluni. Danmark vann eftir eina ferð longda leiktíð 40-37 á Svøríki. Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 36-36.

 

Finalan verður spæld í Katowice, sunnukvøldið klokkan 18.30.

 

Sunnudagin klokkan 16 samlast vit aftur kring landið fyri at heppa á okkara hetjur til HM-bronsudystin móti Svøríki.