Ukraina hevur lopið á Moskva í nátt

Russland sigur, at 91 av tilsamana 337 dronum, sum russiska verjan skeyt niður í nátt, høvdu russiska høvuðsstaðin sum mál

Í nátt var russiski høvuðsstaðurin, Moskva, fyri einum av størstu dronuálopunum higartil í krígnum millum Russland og Ukraina, sum nú gongur á fjórða ári.

 

Á sosialum miðlum í morgun síggjast fleiri video-upptøkur - eisini deildar av Telegram-rásini Baza, sum hevur tætt tilknýti til russiskar trygdarmyndugleikar.

 

Tað var um 04-tíðina í nátt, at fleiri dronur vórðu skotnar móti Moskva og níggju øðrum regiónum í Russlandi.

 

Í russiska verjumálaráðnum, sum almenna tíðindastovan Tass endurgevur, verður álopið váttað.

 

Russland sigur, at 91 av tilsamana 337 dronum, sum russiska verjan skeyt niður í nátt, høvdu russiska høvuðsstaðin sum mál.

 

Ukrainski loytnanturin, Andrej Kovalenko, váttar á Telegram, at Ukraina hevur lopið á Moskva í nátt við fleiri dronum.

 

##med2##

 

Ukrainska álopið á Moskva í nátt kemur bert tímar, áðrenn USA og Ukraina eftir ætlan skulu til samráðingar um eina friðarætlan millum Ukraina og Russland.

 

Samstundis, sum Ukraina hevur lopið á russisk mál í nátt, sigur ukrainska verjan seg sambært Reuters hava skotið niður eina ballistiska russiska rakett av slagnum, Iskander-M, umframt 79 av tilsamans 126 dronum, sum Russland hevur sent inn í Ukraina í nátt.

 

Borgarstjórin í Moskva, Sergej Sobjanin, kallar álopið á Moskva í nátt "massivt", og á Telegram sigur hann, at eitt fólk hevur latið lív og fleiri eru særd í ukrainska álopinum.

 

Seinni hava russisku myndugleikarnir upplýst, at tvey fólk hava latið lív.

 

##med3##

 

 

 

 

 

Henda myndin er deild á Telegram av guvernørinum í Moskva, Andrej Vorobjov