Alt er framvegis opið í EM-undankappingarbólkinum hjá føroyska manslandsliðnum í hondbólti.
Fyrr í dag vunnu Føroyar við einum tí besta avrikinum nakrantíð 32-31 á Niðurlondum í Almere frammanfyri nærum 1.000 føroyskum áskoðarum.
Í sama bólki vann Ukraina seinni í dag á heimavølli í Litava stórsigur 36-25 á Kosovo. Longu í steðginum var dysturin mest sum avgreiddur. Tá var Ukraina á odda 18-8. Kosovo vann annars fyri trimum døgum síðani 31-30 á Ukraina í Prishtina.
Ihor Turchenko var toppskjútti hjá Ukraina við 10 málum. Toppskjútti hjá Kosovo við fimm málum var Lulzim Shabani.
Okkara møta Kosovo á útivølli 8. mai. Kosovo hava fingið bank móti Ukraina og Føroyum á útivølli, men hava á heimavølli leikt javnt móti Niðurlondum, og hava vunnið tepurt á Ukraina.
Støðan:
1. FØROYAR | 4 dystir | 2 | 1 | 1 | 128 : 119 | 9 | 5 stig |
2. Ukraina | 4 | 2 | 0 | 2 | 140 : 128 | 12 | 4 |
3. Niðurlond | 4 | 1 | 2 | 1 | 136 : 136 | 0 | 4 |
4. Kosovo | 4 | 1 | 1 | 2 | 110 : 131 | -21 | 3 |