Kristianna W. Poulsen, forkvinna í náttúru- og umhvørvisnevnd Tórshavnar býráðs, fer at greiða frá umhvørvispolitikkinum í kommununi og hvørjar ætlanir eru fyri burðardyggari menning í høvuðsstaðnum. hvat verður gjørt, og hvat kann gerast betri. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna.
Eitt av høvuðsnøvnunum er danski rithøvundurin og umhvørvismiðlarin Gittemarie Johansen, ið fer at halda eina hvassa og kveikjandi framløgu um greenwashing – tað vil siga, tá fyritøkur geva seg út fyri at vera burðardyggar uttan at vera tað í veruleikanum. Hon fer at vísa, hvussu vit sum brúkarar kunnu kennast villleidd og – ikki minst – hvussu vit kunnu læra at síggja ígjøgnum hesar snildir.
Tiltakið verður ikki bara viðkomandi og upplýsandi, men eisini hugnaligt. Guðrið Hansdóttir og Heiðrik á Heygum syrgja fyri tónleikinum, og umhvørvisstuðulin – og virðislønin og Grøna gávan frá Etika verða latin í sambandi við tiltakið. Harumframt verða brellbitar at fáa undan tiltakið og góðbitar og kaffi í steðginum.
Tiltakið er ókeypis og alment. Bussleið 5 koyrir úr Havn av Hálsi kl. 17.18 og aftur úr Kaldbak kl. 19.55, so tað er lætt at velja eina grønari leið.