Saman við briljantu fotograferingini hjá Virginie Surdej og sterkt berandi leikaravrikunum hjá Kára (Sámal H. Hansen) og yngru revolterandi systrini, Silju (Bjørg B. Egholm), fáa vit við poetiska optikkinum hjá Sakarisi Stórá innlit í kørgu umstøðurnar í niðastu stættunum í føroyska samfelagnum, sum eingin politikari, ið heldur Ginitalið vera perfekt og stættarsamfelagið avlýst, vil viðurkenna í berum privilegiublindni. Hesin stillføri filmur er, tá hann er bestur, ein knýttur nevi í hesa hugsan. Samstundis er filmurin í mínum eygum eitt politiskt statement, avbalanserað og hvílandi í sær sjálvum.
Les alt ummælið her:
birkblog.blogspot.com/2025/04/arbeiarastttin-dagfrd.html