Í løtuni er ein fjølbroytt og áhugaverd listaframsýning í Miðlatúni í Vági, har nøkur av evnaríku listafólkunum í býnum sýna fram sína list.
.Við á framsýningini eru: Svend Erik Stenberg, Ulla Bærentsen, Mikala Vilhelm og Djona Suðuroy.
- Kom og uppliv listina hjá okkara heimligu listafólkum - og øll eru hjartaliga vælkomin inn á gólvið í upplatingartíðini hjá Miðlatúni.
Soleiðis siga tey í Vági í dag.
Lagt verður aftrat, at upplatingartíðirnar í Miðlatúni eru mánadag til fríggjadag frá klokkan 10-16, og leygardag frá klokkan 10-14.
- Framsýningin hongur upp til hin 19. mai, siga tey í Vágs kommunu í dag.