Útboð av norðurlendskum verkætlanum

Náttúruprogrammið hjá Norðurlendska ráðharraráðnum hevur kunngjørt seks nýggj útboð á keypsportalinum

Umhvørvisstovan skrivar, at talan er um verkætlanir, sum skulu styrkja norðurlendska samstarvið um at steðga tapinum av lívfrøðiligum margfeldi, varðveita mentanarlig umhvørvi og burðardygga menning. Evnini fevna millum annað um búskaparligar greiningar, samstarv um innræsin sløg og náttúruloysnir. 

 

Verkætlanirnar eru ætlaðar eitt nú ráðgevum, granskarum, kommunum og felagsskapum, sum arbeiða við náttúru, lívfrøðiligum margfeldi og burðardyggari menning.

 

Evstamark at bjóða uppá verkætlanirnar er 5. oktobur 2025.

 

Hevur spurningar, kanst tú venda tær til Náttúruprogrammið nbm(at)us.fo.

 

Niðanfyri er yvirlit yvir útboðini við leinki til meira kunning: