Fyri einum góðum 1/2 ári síðani flutti eg til Sandavágs og hava trivist sera væl síðani.
Eg var so heppin at finna fram til eina eldri hús her í bygdini, sum eg fultkomuliga fall fyri, og sum eg síðan keypti.
Og tað havi eg ikki angrað eitt tað einasta sekund síðani.
Eg trívist væl í mínum “nýggja” húsi.
Eg trívist væl í míni nýggju bygd.
Og eg trivist ikki minni væl ímillum fólkið her.
Eitt fryntligt fólk, ið tykjast at vera so deiliga líkatil at vera saman við.
Og alt skuldi tískil verði so gott - og tað er tað eisini - inn til víðari - í øllum førum.
Men huff … nú ein dagin fór páskafriðurin so ruddiliga fyri bakka og stillavika bleiv brádliga alt annað enn still, í mínum annars so páskaliga sinni.
Beint sum stillavika byrjaði kom kunning í Vágaportalinum um, at kirkjugarðurin skuldi víðkast, og tað var nú ikki hendan fyrsta kunningin um hesa ætlan, sum skakaði meg stórvegis
Tí eg hugsaði sjálvandi, at í slíkum málum, fer sjálvsagt eitt minsta mál av atliti og fyriliti at vera tikið til grannar, kirkju, umhvørvið og borgarar annars.
Men hvíldin fekk ein stokkutan enda!
Tí munandi skakkari gjørdist eg, tá ein sandavágbúgvi, sum eg hitti nú eitt kvøldið á mínum, ja nærum dagliga kvøldartúri við kirkjugarðin, fór at greiða mær nærri frá, um hesa ætlan.
Uttan at fara heilt niður í smálutir í okkara samrøðu, gjørdust vit skjótt einigir um, at um hendan ætlan verður framd, verður helst vakrasta staðið í eini av vakrastu bygdum í Føroyum, nærum fultkomuliga vandaliserað.
Perlan av perlum
Ja, lat meg vera heilt erligan og siga sum er … eg elski Sandavág.
Og lat meg enntá vera so frílyntan at siga, at eg elski hana kanska allarmest, tí hon er so heilt einastandandi vøkur.
Og trúgv mær - eg eri ikki tann einasti, ið haldi tað.
Eitt tað fyrsta, sum eg hvørjaferð hoyra fólk siga, tá tey frætta um, at eg eri fluttur til Sandavágs, er ofta nøkulunda soljóðandi … “Til Sandavágs? … áh eg elski Sandavág. Har er so einastandandi vakurt”
Og tey nevna sannlíkt ánna, ið so fríðsælt og frítt sleppur at renna ígjøgnum bygdina.
Og so sjálvandi ikki minst einastandandi vøkru kirkjuna, sum so hábarsliga og hvílandi stendur sum eitt tignarligt meistaraverk á einum av fagrastu fríøkisperlunum, ið enn finnast í Føroyum.
Ja eg sigi “enn”, tí tær fækkast í hvørjum!
Alt upp í eina hægri eind
Ja, tað er sera fáa staðni í Føroyum eftirhondini, at tað unnist mær at ganga í einum umhvørvi, har alt tykist ganga upp í eina hægri eind.
Tó so, hetta unnist mær hvørja ferð, eg gangi túrin ígjøgnum hetta umhvørvið, ið er so sjáldsama heilrunnið, at tað tykist, sum um sjálvur Várharra hevur leitt teim dugnaligu og sansabundnu verkahondunum, sum prýddu henda stað, heilt frá byrjan av.
Ja, heilt frá tí, at Magnus av Kamarinum so hegnisliga teknaði sjálva kirkjuna og brøðurnir í Geil skrýndu hana innan fyri yvir 100 árum síðani, til hegnisligu garðalagingina í 50’inum, og síðani alla vegin fram til tað meistarligt samantvunnu loysnina, sum vit kenna hava í dag - við kirkju, kirkjugarði, vegaføring, á, áarbakkum, hólmum, brúgv, standmynd, strond v.m.
Ein heildarloysn, ið er so mikið væleydnað, at mong munna misunna okkum.
Ja, ein perla so heiltonkt og umhvørvisliga so fyrimyndarlig, at eg onkuntíð havi hug at spyrja meg sjálvan, hvussu kundi hetta lata seg gera heilt frá byrjan av?
Jamen hetta er jú heilt óvanligt í Føroyum!
Tí, so at siga eingin friðað fríøkisperla fær frið í Føroyum longur.
Tí, fyrr ella seinni sleppur tað umhvørvisblinda eygað framat, fyri síðan at skava sínar grefligu skøvur á vøkru myndina.
Tí, fyri tað blinda eygað finnast eingi sjónlig lungur í nátturuni. Og eingin umhvørvislig støddfrøði, ið gevur meining.
Og ongar annars so væltryggaðar samtyktir, sum ikki kunna broytast, so sleppast kann undan at nýta sunt skil og kreativar loysnir, ið jú altíð krevur eitt sindur meira av okkara í millum manna, so ójavnt útdeildu andsevnum.
Og hví skal tá hetta staðið sleppa undan eini blindari umhvørvisvandalismu, sum jú er so inn, í okkara alt meira andsforláttu oyggjum í dag?
Ella kann tað?
Kunna vit í felag gera eitt undantak her?
Kunna vit vera ímillum tey fáa, ið veruliga vilja ressast við og reisast og lata okkara upprætta og stolta rygg trína fram, og okkara vit og skil tala at, soleiðis at hendan vandala umhvørvisætlanin ikki verður sett í verk?
- So, at børn og ung í Sandavági framyvir kunna hava líka nógv at fara út til, í eini tíð, har okkara føgru umhvørvisperlur eru í alt størri kapping við skrálandi skermar og annað tómt undirhald!
- So, at eftirkomarar okkara enn hava nøkur væleydnaði fríøki eftir at andsmennast í!
- So, at virðingin fyri teimum undangongumonnum/-kvinnum, ið løgdu lív og sál í at fremja eitt hitt vakrasta kirkjuumhvørvið, enn kann varðveitast!
- So at Sandavágur enn kann vera ein umhvørvislig fyrimynd í Føroyum!
- So, at Sandavágur framyvir enn kann vera ein av allar vakrastu bygdum at ferðast og búleikast í!
- So, at vit enn kunna hyggja hvønn annan í eyguni og siga “Vit gjørdu okkara besta, og afturat tí - tað einasta rætta”.
Og hetta ikki minst, tá hugsað verður um, hvussu lætt tað átti at verið at funnið eina aðra og hartil munandi meira haldbara loysn, tá talan er um at framtíðartryggja ein umhvørvissømuligan kirkjugarð, í nógvar ferðir fleiri ár enn bert tey 15 árini framyvir, sum talan er um við hesi sera óhepnu og munalítlu loysnini!
Tí hesi seinastu orð:
Lati ikki Sandavág fara frá at vera ein av vakrastu bygdum í Føroyum, til at gerast ein óvirkin sovibygd, har blindu dreymarnir hjá teimum fáu, gerast til alt ov veruligar marrur hjá teim flestu!
Bárður Persson