Í annaðkvøld skal Sissal royna at vinna Danmark eina heiðurliga endastøðu millum tey 26 londini, ið kappast í finaluni í Eurovision í Basel í Sveis.
Undan hálvfinaluni góvu veddingarfyritøkurnar Sissal ein 38 prosents møguleika at vinna seg í finaluna. Somu veddingarfyritøkur mettu, at Sissal fór at enda á einum fjúrtanda plássi, og tí fór at detta úr kappingini, men soleiðis gekk ikki.
Undan finaluni geva veddingarfyritøkurnar Sissal ein eitt prosents møguleika at vinna sangkappingina. Oddsini upp á, at Sissal vinnur Eurovision liggja millum 151 og 400. Sissal liggur sambært veddingarfyritøkunum at enda á einum 19. plássi.
HER eru odds og prosentsmøguleikar hjá teimum 26 finaluluttakarunum:
##med2##