VEKS ongar liðugtviðgjørdar sjúklingar á sjúkrahúsunum

Kunning frá VEKS:

 

Í nógv ár hevur afturvendandi verið kjakast um liðugtviðgjørdar sjúklingar, sum framvegis eru innlagdir á sjúkrahúsini í Føroyum. Seinastu tíðina hevur Heilsumálaráðið arbeitt við einum fíggjarligum kravi til tey, sum hava ábyrgdina av liðugt viðgjørdu sjúklingunum. Tað verði seg Eldraøkini, ella Almannaverkið.

Síðstu tíðina er Heilsuverkið farið at gera hagtøl yvir økið, og vit í VEKS eru fegin um at vit í løtuni ongar liðugtviðgjørdar sjúklingar hava liggjandi á sjúkrahúsi. Málið er greitt, at vit lofta tí tørvi vit hava at hjálpa og viðgera fólk, í egnum geira, og saman við teimum vit samstarva við.

VEKS vil tó gera vart við at tað tykist sum innleggingartíðin styttist og styttist, og at uppgávan hjá eldraøkjunum veksur, so hvørt sum sjúkrahúsini, gevast við grundleggjandi tænastum. T.d. ljóðar at eitt nú fólk, sum hava fingið mjadna og knæskurðviðgerð, ikki longur skulu fáa grundleggjandi venjing á sjúkrahúsi eftir skurðviðgerð. Hettar uttan, at eldraøkini hava verið samrødd um stigtakanina hjá heilsuverkinum. 

Samstarv er leiðin fram. At flyta uppgávur yvir á aðrar geirar, uttan fyrireiking er ikki nøktandi arbeiðsháttur. Serliga rakar tað sjúklingin.