Áki D. Samuelsen var aftur sjónligur í dysti fyri Ranheim í kvøld.
Áki kom til góðar støður, og hann kundi við eitt sindur av hepni skotið mál fyri Ranheim í kvøld.
Ranheim leikti javnleik 1-1 móti Raufoss í heimadysti í næstbestu norsku fótbóltsdeildini í kvøld. Ranheim átti av røttum at vunnið dystin, tí teir høvdu væl fleiri málmøguleikar enn útiliðið.
Útiliðið legði seg á odda tíðliga í seinna hálvleiki, og var á sigurskós til fáir minuttir vóru eftir av dystinum.
Áki átti triðseinasta fótin, tá senegalski Seydina Diop úr stuttari frástøðu javnaði til 1-1.
Ranheim hevur vunnið 10 av 12 møguligum stigum í fýra teimum seinastu dystunum í deildini.
Ranheim er nummar sjey í deildini við 10 stigum. Fýra stig eru upp til oddaliðið, Lillestrøm, ið tó hevur spælt ein dyst færri.
Sunnudagin 25. mai spælir Ranheim dyst á útivølli móti Åsane.
HER ber til at síggja hæddarpunkt frá norska TV2 frá dystinum Ranheim-Raufoss 1-1 (0-0). Áki við nummar 10 á rygginum gjørdi veruliga vart við seg:
##med2##