Video: – Eg eri sera eydnurík

Tað segði Sissal, tá fjølmiðlarnir hittu hana eftir hálvfinaluna í gjárkvøldið, har hon sang seg og Danmark víðari í finaluna fyri fyrstu ferð síðani 2019

– Eg veit væl, at botnstøði hjá mær fyri summum er rættiliga høgt, eg eri eitt sindur sjálvkritisk, og kundi gjørt tað betri.

 

– Eg skríggjaði so nógv, at eg eri bangin fyri at missa røddina, so eg má ansa mær.

 

Tað segði Sissal, tá fjølmiðlarnir hittu hana beint eftir at hon vann seg víðari í finaluna í Eurovison Songkappingini í Basel í Sveis í gjárkvøldið.

 

Spurd hvussu hon fór at hátíðarhalda sigurin segði hon, at hon skuldi heim í song.

 

– Tí vit hava ein langa dag í morgin. Vit byrja klokkan 9:45 og halda á til klokkan 1 um náttina. Og so aftur leygardagin.

 

– Eg havi fingið gott pláss í finaluni, so eg eri sera fegin, og tað er bara so gott, segði Sissal.

 

Trýstið á myndina niðanfyri fyri at síggja og hoyra hana:

 

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##

##med9##