VIDEO: Føroysku U17-kvinnurnar endaðu EM-endaspælið við enn einum stórtapi

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum Niðurlond-Føroyar 9-0 (4-0)

Føroysku U17-kvinnurnar hava spælt seinasta dystin í søguliga endaspælinum á heimavølli. Tað jaliga er, at ungu kvinnurnar hava havt eina stóra uppliving á heimavølli. Tað neiliga er tó, at talan hevur verið um trý risatap í innleiðandi bólki A. 

 

Undan dagsins dysti móti Niðurlondum á Tórsvølli høvdu Føroyar tapt 0-10 fyri Noregi, og 0-9 fyri Eysturríki. Í dag taptu Føroyar 0-9 fyri Niðurlondum, ið vóru á odda 4-0 í steðginum.

 

Aftur í dag - sum í dystunum móti Noregi og Eysturríki - kundi tapið verið munandi minni um ruddað var betri burtur í verjuspælinum. Tað svíður eisini, at Føroyar ikki skutu eitt mál í hesum søguliga endaspælinum á heimavølli. 

 

Tó var aftur rættiliga góð uppmøting til dystin í dag, og allarbest var uppmøtingin til dystin móti Eysturríki í Klaksvík farna mikudag. 

 

Noreg og Eysturríki leiktu í dag javnleik 0-0 við Djúpumýru í Klaksvík, og tað var nóg mikið til at tryggja Noregi annað plássið, og harvið hálvfinaluplássið.

 

Niðurlond vunnu bólkin við níggju stigum og málúrtøkuni 15-1. Noreg gjørdist nummar tvey í bólkinum við fýra stigum og málúrtøkuni 10-2. Eysturríki gjørdist nummar trý í bólkinum við fýra stigum og málúrtøkuni 10-4. Føroyar endaðu aftast við ongum stigi og við málúrtøkuni 0-28.

 

HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Niðurlond-Føroyar 9-0 (4-0):

 

##med2##