Eurohandball hevur gjørt ein samandrátt frá Champions League finaluni millum Füchse Berlin og Magdeburg, ið var spæld í Lanxess høllini í Köln.
Magdeburg vann 32-26 (16-12), men Hákun West av Teigum skrivaði søgu við at gerast fyrsti føroyski leikarin í einari Champions League finalu. Hákun skrivaði eisini søgu við at gerast fyrsti føroyski málskjúttin í einari Champions League finalu. Við sjey málum gjørdist Hákun saman við Mathias Gidsel toppskjútti hjá Füchse Berlin.
HER ber til at síggja samandráttin hjá Eurohandball frá Champions League finaluni:
##med2##