Nýklakti landsliðsleikarin, David Geza Turi fekk týskvøldið sína debut fyri Grimsby í fjórðbestu ensku fótbóltsdeildini.
Geza var við frá dystarbyrjan, og hann fekk 60 minuttir á vøllinum, tá Grimsby á heimavølli á Blundell Park leikvøllinum tók móti Notts County.
Notts County vann dystin 2-0. Fyrra málið var skotið tríggjar minuttir áðrenn Geza var skiftur út. Móti dystarenda staðfesti Notts County sigurin.
6.270 áskoðarar vóru til dystin, ið er eitt pent tal til ein dyst mitt í viku í fjórðbestu deildini.
Geza fekk karakterin 7,3 (av 10 møguligum) frá Soccerstand, ið var hægsti karakterurin, ið ein spælari í Grimsby fekk í dystinum. David Artell, høvuðsvenjari hjá Grimsby rósti eisini Geza fyri gott avrik í samrøðu við Youtube rásina hjá Grimsby Town.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum. Staðfestast má, at stemningurin er framúr til slíkar dystir:
##med2##
##med3##