VIDEO: Liðið hjá Hørði vann fyrsta sigurin hetta kappingarárið

(Video) Síggj málini frá dystinum Roskilde-Hvidovre 2-0 (1-0)

Í kvøld stórfegnast Hørður H. Askham og liðfelagarnir í Roskilde.

 

Tað eydnaðist í kvøld Roskilde á heimavølli við Hørði á liðnum frá dystarbyrjan at vinna 2-0 á Hvidovre í dysti í næstbestu donsku fótbóltsdeildini. Talan er um fyrsta sigurin hjá Roskilde hetta kappingarárið.

 

Oliver Juul Jensen legði Roskilde á odda longu í áttanda minutti. Tá níggju minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini staðfesti Selim Baskaya sigurin við einum tryggum brotssparki.

 

Roskilde er næstaftast í deildini við fýra stigum fyri níggju dystir. Fimm stig eru upp til liðið hjá Daniel Johansen og Adrian R. Justinussen, Hillerød sum hevur níggju stig á triðaftasta plássinum.

 

Í morgin klokkan 13 spælir Hillerød dyst á útivølli móti Vendsyssel FF.

 

HER  ber til frá TV3 Sport at síggja málini Roskilde skoraði móti Hvidovre.