Samuel Chukwudi gjørdist stóra hetjan hjá SJK Seinäjoki í dag.
Tvær ferðir í útidystinum móti Gnistan á Mustapekka Areena leikvøllinum í Helsinki var SJK aftanfyri, men báðu ferðir javnaði SJK við málum Samuel skoraði úr stuttari frástøðu.
Samuel hevur verið nógv róstur í finsku miðlununum fyri síni avrik sum verjuleikari, men í dag var tað í hinum endanum av vøllinum, at Samuel gjørdi vart við seg. Talan er um tey fyrstu málini hjá Samuel í bestu finsku fótbóltsdeildini.
Hjá SJK kom tað væl við at fáa stig aftaná tvey tap á rað.
SJK er næstfremst í deildini við 14 stigum fyri átta dystir. Átta stig eru upp til KuPs, ið er greitt oddalið við 22 stigum.
Komandi týsdag klokkan 16 - klokkan 18 finska tíð - spælir SJK aftur í dyst í Helsinki. Tá verður talan um dyst móti søguliga sterkasta liðnum í Finnlandi, HJK Helsinki. HJK hevur tó fingið eina haltandi byrjan upp á kappingina, og hevur bert sjey stig á sjeynda plássinum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Gnistan-SJK Seinäjoki 2-2 (1-1):
##med2##