EB/Streymur er á fimta plássi við 13 stigum, og Víkingur er á sætta plássi við 11 stigum. 17. apríl vann Víkingur 4-1, tá ið EB/Streymur var í Sarpugerði.
Síðani innanhýsis uppgerðina í Gøtu hava bæði Víkingur og EB/Streymur vunnið tvær ferðir á útivølli og tapt einaferð á heimavølli.
EB/Streymur hevur tapt 5-0 á heimavølli ímóti NSÍ og vunnið á útivølli ímóti B36 (2-1) og 07 Vestur (1-0).
Víkingur hevur síðani sigurin ímóti EB/Streymi vunnið á útivølli ímóti B68 (1-0) og FC Suðuroy (2-0) og tapt á heimavølli ímóti HB (1-0)
Hjá Víkingi legðist miðverjin Atli Gregersen í heimatapinum ímóti HB aftrat á skaðalistanum, har tað frammanundan eru verjuspælararnir Ari Olsen, Bergur Gregersen og Arnbjørn Svensson.
Hjá EB/Streymi er Virgar Jónsson tøkur aftur eftir leikbann, og Jákup Hummeland er langtíðarskaddur við broti í rygginum. Í vikuni hava tveir av lyklaspælarunum ikki vant saman við liðfeløgunum, og tað er ivasamt, um teir vera førir fyri at spæla í dag.
Talan er um liðformannin og miðverjan Andras Ó. Olsen, sum er darvaður av skaða í rygginum, og miðvallaran Óla Eyðsteinsson Poulsen, sum skoraði 1-0 sigursmálið á útivølli ímóti 07 Vestur. Hann er darvaður av vøddaskaða.
EB/Streymur – Víkingur: Bjarki Danielsen kl. 15.00.