Vil vita um privatpersónar kunnu tolla talgit

Løgtingsmaður vil vita, um at ætlanin er at loyva privatfólki at tolla framt sjálvi talgilt.

Tað er Jørgen Niclasen, sum hevur sett landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, Ruth Vang, ein grein 52a spurning um málið. Løgtingsmaðurin spyr ítøkiliga soleiðis:

1. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva privatfólki at tolla frakt sjálvi talgilt, eins og vinnulívið kann?

2. Ætlar landsstýriskvinnan at loyva speditørum at tolla frakt talgilt fyri privatkundar, eins og speditørar kunnu fyri vinnukundar?

3. Um ja, nær kann roknast við at slík skipan verður sett í verk?

Í viðmerking til spurnignin sigur Jørgen Niclasen, at tað ofta hoyrist frá fólki, at tað tekur langa tíð at fáa tollað frakt til privatpersónar.

– Vinnukundar kunnu í dag á Vinnuglugganum tolla sjálvi talgilt, og TAKS kann síðan gera stakroyndir fyri at tryggja, at rætt er tollað. Ein einføld, bílig og væl virkandi skipan, sigur hann.

– Hetta kunnu privatpersónar ikki. Her skal TAKS gera alt arbeiðið og kundin má bíða. Tí verður spurt, hví privatpersónar ikki sjálvir kunnu tolla talgilt.

Jørgen Niclasen vísir á, at nógvir speditørar standa fyri innflutningi av frakt og pakkum fyri vinnukundar og privatkundar. Fyri vinnukundar kunnu speditørar avgreiða tollin fyri teir, men tað kunnu speditørar ikki fyri privatkundar; har skal TAKS gera alla tollingina.

– Í tí tøkniverð vit liva í, kann hetta tykjast løgið, tungt og dýrt. Um landsstýrið/TAKS

ikki vil loyva privatpersónum at tolla sjálvi, so verður spurt, um landsstýrið/TAKS fer at loyva speditørum at tolla talgilt fyri privatkundar, eins og tey gera fyri vinnukundar.

– Hesar somu spurningar setti undirritaði í Løgtinginum í mei mánaði 2024 (MS133/2023). Tá svaraði landsstýriskvinnan, at TAKS arbeiðir ítøkiliga við einari ætlan um, at speditørar skulu sleppa at tolla talgilt fyri privatkundar. Eisini segði hon, at TAKS metir, at tíðarætlan kann gerast til einaferð í heyst.

Nú er heystið liðugt, og enn hoyrist einki um nevndu tíðarætlan, er løgtingsmaðurin hjá Fólkaflokkinum farin at ótoldnast og setir tí landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum hesar spurningar.