Vit kunnu frykta fyri at fleiri gera sum Jenis av Rana

Jenis av Rana stúrir fyri, at koppingarevnið ikki er nóg trygt, tí vit kenna ikki langtíðarárinini, Men Pál Weihe heldur, at hetta er ein evarska lítil vági, sum vit øll eiga at taka á okkum fyri felagsskapin

 

 

Vit kunnu frykta, at útsøgnin hjá Jenisi av Rana kann fáa onnur at taka somu støðu, so at tey ikki lata seg koppseta. Tað heldur Pál Weihe, nú Jenis av Rana, landsstýrismaður, slepti eini bumbu í gjár tá ið hann kunngjørdi, at fyribils ætlar hann ikki at lata seg koppseta fyri koronu, tí hann heldur, at tað er ov stór óvissa um, hvussu trygt koppingarevnið er.

 

Sjálvur er Pál Weihe ofta spurdur um hann heldur, at tað er best at lata seg koppseta. Og har er svarið eitt treytaleyst ja. Sjálvur er hann koppsettur, og hann hevur eisini mælt sínum børnum til at lata seg koppsett, og tey eru eisini koppsett, segði hann í tíðindunum á FM1 í dag.

 

Hann sigur, at vit hava staðið fyri eini farsótt, sum hevur rakt rættiliga hart summastaðni, har nógv fólk eru deyð. Tí er stórur dentur lagdur á at finna eitt koppingarevnið – men tað vit høvdu ikki væntað, at tað skuldi ganga so skjótt, sigur hann. Men nú hava vit koppingarevnið og tí hava heilsumyndugleikarnir víða hvar, og alheimheilsustovnurin, WHO, mælt til at koppseta fólk og tí hava øll lond lagt stóran dent á at koppseta so nógv, sum gjørligt.

 

Hann ásannar, at koppingarevnið hevur eina fyribils góðkenning, men royndirnar av tí er, at hjáárinini hava verið lítil - eisini aftur ímóti vanligari koppseting fyri influensu. Pál Weihe er eisini greiðir yvir í í løtuni verður umrøtt um bruni í hjartanum í einum ungum manni kann hava samband við koppingarevni. Men hann staðfestir, at tá ið so nógvar milliónir fólk eru koppsett, sum talan er um her, er tað einki undarligt í, at onkur verður sjúkur, ella doyr eftir at tey eru koppsett – men tað er kann vera av berari tilvild og tað er eingin sum sigur, at tað samanhangur ímillum koppsetingina og sjúkuna fyri tað, um tað er eitt samanfall ímillum tey.

 

Summi siga, at tey vilja bíða til koppingarevnið er nóg trygt, men Pál Weihe spyr aftur ímóti, hvussu leingi, vit skulu bíða eftir tí. Og hann spyr eisini, hvør tað er, sum skal leggja kropp til at fáa greiði á um koppingarevnið er nó trygt. Eru tað bara hini, spyr hann, ella hava vit ikki eisini sjálvi skyldu til at taka ein evarska lítlan vága á okkum fyri fyribyrgja hesi heimsfarsóttini, sum rakar tey fátæku londini nógv harðari enn okkum, sum hava eitt rættiliga framkomið heilsuverk.

 

Pál Weihe vísir á, at koppsetingin tænir tveimum endamálum. Í fyrra lagi verjir hon tey, sum eru koppsett og í øðrum lagi verjir hon samgfelagið, tí verða nóg nógv koppsett, doyr smittan út. Og fyri teir ágóðarnar átaka tey, sum lata seg koopseta, sær ein evarska lítlan vága fyri at fáa onkur hjáárin.

 

Tí mælir Pál Weihe staðiliga fólki til at lata seg koppseta. Hann er greiðir yvir, at hjáárin kunnu vísa seg, men tey skulu setast í mun til ta álvarsliga støðu, vit eru í og sum heild sær tað út til, at koppsetingin hevur roynst okkum avbera væl.

 

Tey flestu hjáárinini vísa seg rættilga skjótt, men teoretiskt kann tað ganga long tíð, áðrenn tey vísa seg. Men aftur her skal hesin evarska lítli vandin fyri hjáárinum setast upp ímóti tí risa stóra ágóða vit fáa av koppsetingini, bæði hvør einstakur av okkum, og samfelagið sum heild, sigur hann.