Vunnu tvær bronsur í judo í Íslandi

Føroyskir judoleikarar hava í dag luttikið í RIG – Reykjavík International Games.

Tað gekk væl hjá teimum fýra: Kjartan Gray, Denis Golovkin, Fríðu Borgarlíð og Josefinu Fjallsbak.

Kjartan Gray og Denis Golovkin vunnu hvør sína bronsumedalju, og bæði teir og Fríða og Josefina høvdu heilt góðar dystir, har nakrir blivu vunnir og aðrir taptir tepurt, so øll 4 hava fingið nógv positivt burtur úr kappingini, sum er eitt afturvendandi tiltak. Hetta er 13. ferðin, kappingin hevur verið, og Føroyar hava havt luttakarar við øll árini.

Umframt tey fýra, sum kappaðust, var Jóan Petur Petersen eisini við sum dómari, og eisini hann kom væl frá sínari uppgávu.

Á myndini síggjast frá vinstru: Fríða Eiriksdóttir Borgarlíð, Jóan Petur Petersen, Kjartan Gray, Denis Golovkin og Josefina Ingibjørg Fjallsbak