Tað eru ikki útlit fyri einum beinleiðis toppfundi millum forsetarnar í USA, Russlandi og Ukraina, sambært Volodymyr Zelensky, sum stendur á odda fyri Ukraina.
Eftir ein virtuellan fund við evropeiskar leiðarar í dag legði hann dent á, at framvegis eingi tekin eru um samráðingar, sjálvt um ES-toppfundurin vónar skjótar samráðingar um stríðið, sum hevur herjað í trý ár.
- Higartil hevur Russland ikki givið nøkur tekin um, at trípartafundurin verður, og um Russland noktar, mugu nýggj revsitiltøk setast í verk, segði Zelensky.
Hann segði eisini, at verandi hermót skulu vera útgangsstøðið fyri friðarsamráðingum við Russland.
- Okkum tørvar veruligar samráðingar, sum merkir, at vit kunnu byrja har hermótið nú er, segði Zelensky og legði afturat, at hann hevur stuðul frá evropeiskum leiðarum.
Forkvinnan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, segði á sama tíðindafundi, at hon vónaði, at ein toppfundur millum teir tríggjar forsetarnar fór at verða "so skjótt sum gjørligt".
Zelensky vil gjarna hava bardagarnarat steðga við vápnahvíld, meðan samráðst verður um friðaravtalu. Men USA hevur luftað tankan um at fara beinleiðis til eina friðaravtalu.
Bæði baltisku londini og ES-toppfundurin leggja dent á, at ein og hvør møgulig friðaravtala ikki má merkja nakrar skerjingar í ukrainska herinum.
Fríggjadagin var amerikanski forsetin, Donald Trump á fundi við russiska forsetan, Vladimir Putin. Tað hevur elvt til øsing kring heimin, at USA rullaði reyða teppið út fyri Putin, sum byrjaði stríðið móti grannanum.
Mánadagin bjóðaði Trump Volodymyr Zelensky og fleiri leiðarum úr stórum evropeiskum londum í Hvítu Húsini í Washington, D.C.
Amerikanski sersendiharrin, Steve Witkoff, segði í dag, at Russland hevur gjørt “nøkur innrømmilsir” viðvíkjandi fimm ukrainskum økjum, sum Russland vil gera til part av sínum heimsveldi.
Samstundis reisir uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, iva um eina friðarloysn. Bæði londini mugu gera innrømmilsir, sigur hann.
Hann sigur í samrøðu við ABC, at tað mugu vera "eyka avleiðingar" fyri Russland, um ein friðaravtala ikki fæst í lag.
Trump skrivar á sínum sosiala miðli í dag, at hann væntar "stór framstig" viðvíkjandi Russlandi. Enn er óvist, hvat hann meinar við.
/Ritzau/