Tá Fiskamarknaður Føroya ger sínar metingar um ráfiskanøgdir í vikuni, sum kemur, og talan er um húkaveiði, plagar marknaðurin at nevna ísfiskalínuskipini fyrst.
Men, tey størru ísfiskalínuskipini eru bara tvey í tali, harav annað skipið ikki hevur verið í vinnu leingi.
Nøkur smærri ísfiskalínuskip eru, sum hava egingarmaskinu, og millum hesi eru eitt nú Anru, Fiskivarði og Volunteer.
Um næstu viku, siga tey á Fiskamarknaði Føroya, at annað ísfiskalínuskipið er til fiskiskap. Skipið er eystanfyri, har teir fáa mest av hýsu.
- Ísfiskalínuskipið kemur inn at landa fyrst í aðru viku, verður lagt aftrat.
Nú hava næstan øll føroysk línuskip frysting, og í løtuni eru 10 frystilínuskip undir Føroyum, og eitt fiskar í íslendskum sjógvi.
- Frystilínuskipini fáa eina blanding av toski, hýsu, longu og brosmu.
Um útlitini til útróður verður sagt, at streymurin verður ikki tann besti í næstu viku, og veðurvánirnar eru ógvuliga skiftandi.
- So, vit vænta ikki nógvan útróður. Kanska nakrir av teimum størru útróðrabátunum gera onkran túrin í vikuni, siga tey á Fiskamarknaði Føroya.