Tað var 100 prosent effektivitetur hjá Hákuni West av Teigum og Jóhan á Plógv Hansen í týsku bundesliguni í kvøld.
Hákun og liðfelagarnir í Füchse Berlin vunnu á heimavølli í Max Schmelling høllini í Berlin 33-21 á Lemgo. Í steðginum var Füchse Berlin á odda 16-11.
Hákun fekk fýra málmøguleikar og hann setti allar í netið.
Füchse Berlin er nummar tvey í deildini við 22 stigum. Teir hava sama stigatal sum liðið hjá Vilhelmi Poulsen, Hannover-Burgdorf. Fremst er Melsungen við 24 stigum.
Jóhan skoraði trý mál upp á tríggjar málmøguleikar, tá hann og liðfelagarnir í Flensburg-Handewitt á útivølli taptu 29-31 fyri Rhein-Neckar Löwen. Í steðginum var heimaliðið á odda 15-14.
Flensburg er nummar seks í deildini við 19 stigum. Teir eru eitt stig aftanfyri liðið hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, THW Kiel sum hevur 20 stig.