1,2 milliónir krónur aftrat til skúlan í Søldarfirði

Í gjár skrivaðu Heri Hansen fyri Timburtænastuna og Tórbjørn Jacobsen sum borgarstjóri undir sáttmála um at fáa framt 5. stigið ætlanini fyri Søldarfjarðar skúla

Í nógv ár hevur eingin skúlagongd verið í Søldarfjarðar skúla. Børnini í bygdini og á Skipanesi hava ístaðin havt sína skúlagongd á Glyvrum og í Runavík.

 

- Bygningurin hevur kortini verið í brúki, og hesi seinnu árini - umframt annað virksemi - hevur eisini verið vøggustova og taekwondo-ítróttur í skúlanum.

 

Soleiðis siga tey í Runavíkar kommunu.

 

Lagt verður aftrat, at í fleiri ár hava umvælingar verið gjørdar eftir tekningum hjá Fuglark, sum upprunaliga sniðgóvu bygningin, og í gjár var sjøtul settur á byggistig 5 í umvælingararbeiðnum. 

 

Fyri einum góðum ári síðan vórðu tvær nýggjar vøggustovur tiknar í nýtslu í ovaru hæddini, umframt tær báðar stovurnar, sum frammanundan vóru í niðaru hæddini og ítróttin, sum er framvegis í fimleikahøllini.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at tað, sum nú fer at vera gjørt, snýr seg um at umvæla útveggirnar á norðara endanum á skúlanum.

 

Í gjár skrivaðu Heri Hansen fyri Timburtænastuna og Tórbjørn Jacobsen sum borgarstjóri, undir sáttmála um at fáa framt 5. stigið í samlaðu ætlanini.

 

- Undirskrivaða avtalan kostar slaka 1,2 milliónir krónur, og tað er Timburtænastan, sum hevur avrikað øll hini byggistigini, siga tey í Runavíkar kommunu.