Í minsta lagi 14 fólk hava latið lív í melduródnini á fronsku oynni Mayotte í Indiska Havinum.
Hetta boðaðu myndugleikarnir frá sunnudagin, tá ódnin fór víðari til Mosambik.
Tað kunnu ganga fleiri dagar, áðrenn yvirlit er yvir deyðstalið á Mayotte, ávara myndugleikarnir.
Bjargingarfólk og neyðhjálp eru flutt til oynna bæði úr luftini og sjónum.
Men skaðar á elnetið og flogvøllirnar kunnu gerast ein stór avbjóðing í royndunum at fáa hjálp. Reint drekkivatn var longu ein trupulleiki, áðrenn ódnin rakti.
Níggju fólk hava fingið sera álvarsligan skaða og stríðast fyri lívinum, sigur Ambdilwahedou Soumaila, borgarstjóri í høvuðsstaðnum í Mayotte, Mamoudzou.
Onnur 246 hava fingið álvarsligan skaða.
Mayotte er fyrrverandi fransk hjáland. Tað liggur næstan 8000 kilometrar frá París og er munandi fátækari enn restin av Fraklandi.
320.000 borgarar í Mayotte fingu boð um at steingja alt niður, tá ódnin herjaði oynna, sum liggur umleið 500 kilometrar eystan fyri Mosambik.
Tað vóru hvirlur á minst 226 kilometrar um tíman, sum "totalt oyðiløgdu" mongu barakkbýirnar á oynni, segði virkandi innanríkisráðharrin í Fraklandi, Bruno Retailleau, seint leygardagin eftir ein kreppufund.
Elpelar vórðu feldir, trørykt upp við rót, og tunn metaltøk og veggir vórðu rivin av teimum meira ella minni improviseraðu bygningunum, har minst ein triðingur av fólkinum býr.
At áseta deyðatalið "fer at taka fleiri dagar", sigur Retailleau. Men "vit stúra fyri, at tað er høgt", legði hann afturat.
Ritzau/AFP