26 ára gamal skuldsettur fyri morð á stjóra í New York

Tryggingarstjórin Brian Thompson varð skotin á gøtuni í Manhattan. Ákæra varð reist í málinum í dag

Luigi Mangione dagin eftir handtøkuna í býnum Altoona í Pennsylvania. Í dag varð hann skuldsettur fyri morðið á tryggingarstjóran Brian Thompson í New York. - Mynd: Eduardo Munoz

26 ára gamli amerikanarin, Luigi Mangione, varð í dag ákærdur fyri at hava dripið tryggingarstjóran, Brian Thompson, í New York 4. desember.

Tað boðar økisákærin í Manhattan í New York frá í tíðindaskrivi, skrivar tíðindastovan Reuters.

- Hetta slagið av tilætlaðum og málrættaðum harðskapi við skotvápnum kann og verður ikki góðtikið, sigur økisákærin Alvin Bragg.

Luigi Mangione er ákærdur fyri tilsamans 11 ákærur.

Sambært ákæruritinum verður drápið mett at vera yvirgangsgerð.

Hetta er tí, at sambært ákæranum var ætlanin hjá honum við morðinum at "ávirka politikkin hjá einum stjórnarstovni við ræðslu ella tvingsli".

Luigi Mangione varð handtikin 9. desember í statinum Pennsylvania. Síðani varð hann skuldsettur fyri at hava skotið Brian Thompson á gøtuni frammanfyri eitt hotell á Manhattan.

Til sín deyða var 50 ára gamli Thompson stjóri í UnitedHealthcare, sum veitir sjúkratrygd.

Morðið og síðani jagstranin eftir gerningsmanninum hava verið nógv umrødd í fjølmiðlunum.

Ikki minst orsakað av spekulatiónum um motivið fyri drápinum.

Á brotsstaðnum vórðu patrónhylki funnin innskrivað við orðunum: "Avnoktan", "seinking" og "uppsøgn".

Sambært amerikanskum miðlum kann tað vera ein tilvísing til tryggingarvinnuna, sum verður kritiserað fyri at royna at sleppa undan útgjaldingum.

Undir handtøkuni fann løgreglan eina manifest um 26 ára gamla mannin.

Tað vísti hatur móti tryggingarvinnuni, vísir ein innanhýsis frágreiðing hjá løgregluni, sum New York Times hevur fingið.

Í tríggjar síður langa manifestinum verður lýst, hvussu 26 ára gamli Mangione sá seg sjálvan sum ein stríðsmann móti einI sníkjandi og korruptari sjúkratryggingarvinnu.

- Fyri at vera erligur, so høvdu hesir sníkar tað uppiborið, stendur í stevnuskránni, sæst í frágreiðingini hjá løgregluni.

Mangione er varðhaldsfongslaður í Pennsylvania. Økisákærin Alvin Bragg roynir at fáa hann útflýggjaðan.

 

/Ritzau/

 

Luigi Mangione dagin eftir handtøkuna í býnum Altoona í Pennsylvania. Í dag varð hann skuldsettur fyri morðið á tryggingarstjóran Brian Thompson í New York. - Mynd: Eduardo Munoz