Norðurkoreanskir hermenn særdir og dripnir í Kursk

Um dagarnar vóru koreanskir hermenn fyri munandi tapi nærindis russisku bygdunum, Plekhovo, Vorozhba og Martynovka

Í minsta lagi 30 norðurkoreanskir hermenn eru særdir ella dripnir í russisku regónini, Kursk, um dagarnar.

 

Hetta vita ukrainskir myndugleikar at siga.

 

Kursk er regiónin, sum ukrainski herurin tók seg inn í fyri fleiri mánaðum síðan, og her hevur Ukraina framvegis nógv herfólk.

 

Ukrainsku myndugleikanir siga, at hin 14.-15. desember vóru koreanskir hermenn fyri munandi tapi nærindis russisku bygdunum, Plekhovo, Vorozhba og Martynovka.

 

Tað er tíðindastovan, NTB, sum ber hesi tíðindi frá ukrainsku myndugleikunum í morgun.