Í morgin letur upp rættiliga forvitnislig framsýning í Gallarí Glæmuni í Norðragøtu. Heitið á framsýningini er "365 - Ein tekning hvønn dag í 2018", og listamaðurin er Jan Nystrøm.
Jan Nystrøm gekk á Holbæk Kunsthøjskole í 2004 og á The Drawing Academy í Viborg í 2011. Hann hevur havt listaframsýningar kring landið, og hevur nú á øðrum sinni framsýning í Gallarí Glæmuni.
Hann er ein fjølbroyttur listamaður, sum fæst við tekning, tónleik, animatión og grafitti/vegg-myndir, og tað kemur heilt sikkurt meira á listan seinni, siga tey, sum kenna mannin.
Listaframsýningin verður í Gallarí Glæmuni frá í morgin, 26. januar til 9. februar 2019. Nú fernisering verður í morgin klokkan 14, eru øll sjálvsagt hjartaliga vælkomin.