Tað sigur vakthavandi á politistøðini í Havn í morgun. Aftur í morgun eru fráboðanir um, at bilar hava koyrt á seyð. Ein varð ákoyrdur við vakstrarhúsið í Sandavági og ein á vegnum millum Leynar og Stykkið. Í gjár var ein ákoyrdur í Kollfjarðadali og ein á Oyndfjarðavegnum.
Vakleiðarin á politistøðini sigur, at tað góða við at fólk boða frá er, at tá er málið lætt hjá bøndum at avgreiða við tryggingina.
Hann sigur eisini, at sum oftast doyr seyður sum verður ákoyrdur. Sjálvt um hann kanska reisist aftur og fer humpandi víðari, so liggur hann ofta deyður annað stað seinni.
Men um tann, sum koyrir á seyðin boðar frá, so fær bóndin endurgjald fyri seyðin frá tryggingini.
Í flestu førum boða bilfærarar frá, tá teir hava koyrt á seyð.