Hallur Arason, Sveinur Olafsson og liðfelagarnir í Afturelding spældu ígjár dyst á útivølli á Akureyri móti KA.
Tap var í hendi hjá Afturelding, men tá bert fýra sekund vóru eftir av dystinum javnaði Ihor Kopyshynskyi til endaligu støðuna 28-28, so Afturelding fekk eitt stig við sær. Í steðginum var KA á odda 15-14.
Hallur var millum næstbestu málskjúttarnar. Hann og Birgir Steinn Jónsson skutu fimm mál hvør. Ihor Kopyshynskyi var toppskjútti hjá Afturelding við seks málum.
Afturelding er næstfremst í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við 20 stigum.
Íslendska kappingin fer nú at hava ein vetrar og HM-steðg. Kappingin verður tikin uppaftur 4. februar.