Allan og Bjarni vunnu á Jóhannes Bjørgvin

Valur var sigrandi í føroyingauppgerðini á Hlíðarenda

Føroyingauppgerð var í bestu íslendsku hondbóltsdeildini í kvøld á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Allan Norðberg, Bjarni í Selvindi og liðfelagarnir í Vali tóku ímóti liðnum hjá Jóhannes Bjørgvin, Stjarnan.

 

Í einum málríkum dysti vann Valur 40-34. Í steðginum var Valur bert á odda við einum máli, 19-18.

 

Bjarni skoraði fýra mál og Allan skoraði eitt mál fyri Val. Jóhannes skoraði tvey mál fyri Stjörnuna.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 spælir liðið hjá Halli Arasyni og Sveini Olafssyni, Afturelding dyst móti KA á Akureyri. 

 

Liðini fara nú í vetrarfrí. Kappingin verður tikin uppaftur 4. februar. 

 

Støðan:

 

Nr.Lið:DystirVJTMálmunur+/-Stig
1FH131012392:3405221
2Afturelding13913410:3614919
3Fram14914466:4194719
4Valur14824443:4142918
5Haukar14824458:4005818
6Stjarnan14536402:413-1113
7ÍBV13616403:407-413
8Grótta14428396:425-2910
9HK14428401:410-910
10KA13418361:409-489
11ÍR14329437:492-558
12Fjölnir143011375:454-796