Almennur evnisfundur: Hernaðarstrategiski týdningurin hjá Føroyum í dag

Í kvøld klokkan 19:45, fer Sámal Tróndur Finnsson Johansen, søgufrøðingur, at hava framløgu í Lamba skúla um hernaðargerð og føroyskan politikk undir kalda krígnum. Fundurin er almennur

 

Tíðindaskriv Eysturoyar Sjálvstýrisfelag:

 

Føroyar í hernaðarstrategiskum ljósi er vorðið meira viðkomandi við vaksandi spenniningum millum stórveldini.

 

Tí skipar landsnevndin hjá Sjálvstýri fyri evnisfundi um føroyska politikkin undir kalda krígnum. Evnisfundurin verður í sambandi við økisaðalfundin hjá Eysturoyar Sjálvstýrisfelag, sum byrjar klokkan 19:00. 

 

Í framløgu sínari fer Sámal Tróndur at greiða frá søguni um hernaðargerina av Føroyum við sjóneykuni á kalda kríggið:

 

•    Hvønn leiklut hava føroysku hernaðarinnsetingarnar (støðirnar) havt í trygdarætlanum hjá USA/NATO?

 

•    Í hvønn mun vóru aðrir aktørar (danir og føroyingar) við í og/ella vitandi um nýtsluna av innsetingunum?

 

•    Hugleiðing um hernaðarstrategiska týdningin hjá Føroyum í dag - og um neyðugt er við nýggjum innsetingum nú ella í framtíðini.

Almenni evnisfundurin í skúlanum í Lamba, á Lambavegi 11, í kvøld 24. mars kl. 19:45

Øll eru hjartaliga vælkomin.