Alt er opið í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum

Aftaná tvey umfør ber ikki til at seta navn á nakran hálvfinalist

Tríggir dystir eru leiktir í Faxe Kondi kappingini hjá kvinnum í kvøld.

 

Í bólki 1 endaði við javnleiki 32-32 millum toppliðini í SMS-deildini, Kyndil og H71 í høllini á Hálsi í Havn. Í steðginum var Kyndil á odda 20-14, men í seinna hálvleiki var H71 omaná.

 

Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum var Kyndil á odda 32-30, men tað eydnaðist H71 at knógva ein javnleik heim seinastu løtuna.

 

Turið Arge Samuelsen var toppskjútti hjá Kyndli við níggju málum. Maria H. Weyhe var stórskjútti hjá H71 við heili 12 málum.

 

Kyndil og H71 hava trý stig hvør í bólki 1. VÍF hevur tvey stig. Aftast er VB við ongum stigi.

 

12. januar er skráin í triðja og seinasta leikumfarinum: VB-Kyndil og H71-VÍF.

 

Í bólki 2 er háspenningur nú, har Neistin, Stjørnan, StíF og EB øll hava tvey stig aftaná tvey umfør.

 

Í KÍ-høllini í Klaksvík vann Stjørnan 24-23 á Neistanum. Í steðginum var Neistin á odda 12-9. Bergit Svarvadal skoraði sigursmálið fyri Stjørnuna, tá klokkan vísti 59:49.

 

Tóra Eliasen var toppskjútti hjá Stjørnuni við sjey málum. Toppskjútti hjá Neistanum við fimm málum hvør vóru Marjun Danberg og Birna Eyðunardóttir. 

 

Í høllini á Skála vann EB 23-20 á StÍF. Í steðginum var EB á odda 10-7. Tá 75 sekund vóru eftir at leika var EB bert á odda 21-20, men eiðiskvinnur vóru nóg kaldar seinastu løtuna at tryggja sær sigurin.

 

12. januar er skráin EB-Stjørnan og Neistin-StíF. Øll liðini hava tvey stig, so her kann alt henda í triðja og seinasta umfarinum.

 

HER eru dómaraseðlarnir hjá HSF frá dystunum í Havn, Klaksvík og Skála:

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##